Innanlands

Eini 70 lógarbrot skrásett í gjár

Í gjár steðgaði løgreglan eini 230 bilum á Glyvrum og í Klaksvík

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-03-08 11:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan var í gjár úti og kannaði ferðsluna á Glyvrum og í Klaksvík. Eini 230 bilar vórðu steðgaðir, og úrslitið av hesum var, at eini 70 bilførarar nú fáa eina heilsan frá løgregluni.

Tá bilarnir vórðu kannaðir, vóru fleiri bilførarar, sum ikki høvdu koyrikortið við ella ikki sótu í trygdarbelti. Eisini vóru fleiri, sum tosaðu í handhildnari telefon.

Umframt hetta kunnu nakrir bilførarar vænta sær bót fyri ikki at hava skavað kavan av rútinum, fyri lyktafeilir og fyri at koyra við slitnum dekkum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder