Innanlands

24 fleiri enn fyri einum ári síðan

Fólkatalsvøksturin á Tvøroyri heldur fram

Mynd: Hagstovan

Mynd: Hagstovan

2019-04-03 12:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fólkatalsvøksturin á Tvøroyri heldur fram, sambært seinastu tølunum hjá Landsfólkayvirlitinum.

Verður hugt eftir fólkatalinum á Tvøroyri hin 1. Apríl 2018, so búðu 1703 fólk í kommununi. Nú eitt ár er farið afturum, eru 1727 íbúgvar – 24 fleiri, ella góð 1,4 %. Hetta er nakað undir miðal fólkavøksturin í landinum, men Tvøroyrar kommuna skrivar, at tað er at gleðast um at fólkavøkstur er í kommununi.

Tølini fyri allar kommunur í Suðuroynni síggja soleiðis út í dag (Fyrra tal er fyri 2018 og seinna fyri 2019:

Tvøroyri               1703/1727, +24

Porkeri                 312/321, +9

Fámjin                  79/82, +3

Hov                        99/102, +3

Sumba                  360/362, +2

Hvalba                  674/675, +1

Vágur                    1372/1347, -25  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder