Danska forsætismálaráðið hevur sett 25 mió. kr. av næstu fýra árini til at kunna ungdóminum um ríkisfelagsskapin. Ynski er at at styrkja um kunnleikan hjá teimum ungu um hini londini í ríkisfelagsskapinum.
Á ríkisfundinum, sum var í Føroyum í summar varð samtykt, at tey ungu í Føroyum skulu vita meiri um Danmark og Grønland, og tey ungu í hesum londum skulu eisini vita meiri um hini londini í ríkisfelagsskapinum. Tí vórðu 25 mió. kr. settar av til endamálið.
Semja er nú gjørd í fólkatinginum um pengarnar, skrivar Kringvarpið. Teir koma á donsku fíggjarlógina fyri 2019.
Pengarnir skulu eitt nú nýtast til námsferðir, stuðul til ung, sum fara á háskúla, útbúgving og annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald