Innanlands

25 og 37 ára starvsdagur í Sankta Frans

Í gjár var fráfaringarløta og 25 ára starvsdagur í Sankta Frans fyri ávikavist Marjun Í Gong og Maritu Glerfoss

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-11-07 17:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjár var fráfaringarløta og 25 ára starvsdagur í Sankta Frans fyri ávikavist Marjun Í Gong og Maritu Glerfoss. Marjun og Marita hava verið í drúgvari og trúgvari tænastu sum vaskikonur í Sankta Frans hesi seinastu 37 árini. Eftir 37 ár fer Marita frá við eftirløn, og í sama viðfangi varð Marjun heiðrað fyri 25 ár í starvinum, skrivar Tórshavnar kommuna á Facebook.

Starvsfólk høvdu gjørt nógv burturúr degnum. Boðið var til smyrjibreyð og kaffi í hegnisliga pyntaðu lærarastovuni á loftinum í Sankta Frans, har starvsfelagar og familja vóru komin at heilsa Marjun og Maritu. Eisini Annika Olsen, borgarstjóri, var til staðar at bera teimum báðum eina heilsan umframt blómutyssi og peningagávu. 

Les heilsanina hjá borgarstjóranum til Marjun og Maritu her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder