Innanlands

25 uppskot løgd fyri tingið í dag

Andstøðan ger eina roynd at halda fast um fiskidagaskipanina

(Savnsmynd: hagstovan.fo)

(Savnsmynd: hagstovan.fo)

2018-11-02 12:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir at tingarbeiðið hevur ligið stilt meðan tveir tinglimir og meginparturin av landsstýrinum hava verið í Oslo á fundi í Norðurlandaráðnum, var stuttur løgtingfundur hildin fyrrapartin.

Einasta endamál við fundinum var at geva politiska landslagnum eitt seinasta høvi at leggja fram mál fyri tingið, ið kunnu avgreiðast til tildiskomu á nýggjárinum.

Heili 25 uppskot vórðu løgd fram, og harav eigur landsstýrið tey flestu. Fýra eru frá andstøðuni.

Eitt av uppskotunum hjá andstøðuni er ein roynd at forða fyri, at farið verður til kvotuskipan heldur enn fiskidagaskipan í lógini um fyrisiting av sjófeingi – stóru fiskivinnunýskipanini – ið varð samtykt fyri einum ári síðani.

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýri leggja nú fram uppskot um at broyta skipanina, so at fiskidagaskipanin verður varðveitt.

”... ein kvotuskipan er ein roynd hjá menniskjum at stýra náttúruni. At stýra náttúruni. At stýra náttúruni hava menniskju bert havt vánaligar royndir av.” og ”Ein fiskidagskipan hevur við sær, at okkara fiskifólk fáa tað býti av fiskasløgum, sum er í havinum. Tað er ein skipan, har náttúran fær loyvi at stýra menniskjum”, stendur millum annað at lesa í uppskotinum.

Andstøðuflokkarnir hava eisini lagt uppskot fram sum forðar fyri, at festarar missa festið, tá teir eru fyltir 70 ár, um teir ikki hava nakran at taka við. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder