Prógvhandan var á Vinnuháskúlanum í morgun, og fingu 26 prógv sum skipsførarar, skiparar og maskinmeistarar.
Skipsførarar, ið fingu prógv vóru (frá vinstru) Andrias Andrasson Arge, Anfinnur Eivindarson Jacobsen, Jákup Eli Mortensen, Andras Magnussen, Johan Poulsen, Janus Snorrason á Bøgarði, Vár Egholm, Fróði Olsen, Bjarki Arge, Jóhann Rói Eiriksson Mortensen, Hjarnar Jónarsson Randrup, Áron Fríði Thomsen, Egi Kárason Djurhuus, Pætur á Líknargøtu og Rani Rasmussen. Rani Rasmussen og Pætur á Líknargøtu vanta á myndini.
Virðislønir fyri hægstu próvtøl fingu Egi Kárason Djurhuus, ið fekk eitt gullur frá A.P. Møller Mærsk. Johan Poulsen fekk eitt klokkusett frá Betri Samtakinum, og ídnisviriðslønina, eina gávu frá P/F Smyril Line, fekk Hjarnar Jónarsson Randrup.
Skiparar, ið fingu prógv vóru Benjamin Hansen, Djóni Petur Petersen, Markus J. D. Vijayavarathan og Tummas Jóhan í Djónastovu. Djóni Petur Petersen, Benjamin Hansen og Tummas Jóhan í Djónastovu vanta á myndini.
Tummas Jóhan í Djónastovu fekk virðisløn fyri hægsta próvtal hjá skiparunum, og fekk hann ein kikara frá P/F Thor.
Maskinmeistararar, ið fingu prógv vóru Pætur Dahl, Oddur Fríði Joensen, Levi Anthoniussen, Jamin Linduson Zhang, Jóannes Jacobsen, Elias Fagrá, Pól Enok Hansen og Jóannes Jacobsen.
Virðislønir fyri hægstu próvtøl fingu Oddur Fríði Joensen, ið fekk ein grindaknív frá SEV. Elias Fagrá fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagum, og Pætur Dahl fekk ein kikara frá Norðoya Sparikassa. Ídnisviriðslønina, ið var eitt lummaur frá Skansi Offshore, fekk Oddur Fríði Joensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald