Nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya vísa, at í september vóru 26.940 løntakarar í Føroyum. Ein verður roknaður sum løntakari, um ein er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin er útgoldin.
![]()
Av teimum 26.940 løntakarunum vóru 13.969 mannfólk og 12.971 konufólk. Verður hugt eftir trendinum sæst, at munurin millum talið av mannfólki og konufólki millum løntakararnar ikki broytist nevnivert.
![]()
Av løntakarunum vórðu 9.579 teirra løntir í almennari o.a. tænastu, meðan 8.967 vórðu løntir í privatu tænastuvinnunum. 4.214 vórðu løntir í fiskivinnu o.a. ráevnisvinnu, og hetta var einasta vinnan, har talið av løntakarum ikki vaks við trendinum. Í byggivinnuni o.a. tilvirkan vóru 4.180 løntakarar.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald