Innanlands

27 bøtur skrivaðar í gjár

Løgreglan steðgaði 104 bilum í ferðslukanning á Glyvrum í gjár

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-04-10 09:07 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgreglan steðgaði 104 bilum í ferðslukanning við skúlan á Glyvrum í gjár. Úrslitið varð, at meiri enn ein fjórðingur av bilførarunum fingu bót.

Løgreglan skrivaði 27 bøtur í samband við ferðslukanningina. Eisini fingu 23 aðrir bilførarar átalu um smávegis brot.

Ein bilførari fekk klipp í kortið, tá hann gjørdi eina yvirháling beint uttanfyri skúlan, har tað er sperriflata.

Teir 27 bilførararnir fingu bøtir fyri tilsamans 32 brot. 12 bilførarar høvdu einki koyrikort umframt ein á prutli hevði ikki koyrikort, 9 bilar høvdu lyktafeilir, 5 nýttu ikki trygdarbelti, 4 bilførarar fingu bót fyri niðurslitin dekk, og ein fekk bót fyri at píkaprosentið á dekkunum varð undir lógarkravið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder