placeholder
Innanlands

27 prosent avgreiða sítt egna keyp

Meira enn ein fjórðingur velur at skanna vørurnar inn og rinda í sjálvavgreiðsluni í Miklagarði

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-11-22 22:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Miklagarður var herfyri undir umbygging, og tá handilin lat uppaftur var sjálvavgreiðsla tøk hjá viðskiftafólkunum.

Hetta hevur verið brúkt í Danmark í fleiri ár, men Miklagarður er fyrsti handil í Føroyum við hesari skipanini.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Og tað er væl umtókt, at avgreiða sítt egna keyp. Johan Ziskason, KT-leiðari, sigur við Kringvarpið, at heili 27 prosent velja at brúka sjálvavgreiðsluna og sleppa undan persónligari tænastu frá kassafólkunum.

- Sjálvavgreiðslan er gearað til fólk, sum ikki hava tað stóra keypið, og tað síggja vir eisini, at tey flestu sum koma yvir hava kurv, sigur Johan Ziskason.

Hoyr samrøðuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder