Innanlands

Í Føroyum vóru 27.227 løntakarar í januar

Trendurin bara veksur

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2019-04-08 09:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í januar vóru 27.227 løntakarar í Føroyum. Nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya vísa, at trendurin bara veksur.

Síðani mitt í 2013 hevur gongdin bara gingið ein veg, og hon hevur tikið dik á seg seinastu árini.

[object Object]

Av teimum 27.277 løntakarunum eru 14.151 mannfólk og 13.076 konufólk. Munurin millum kynini er ikki broyttur nógv seinasta árið.

[object Object]

Tað er enn í tí almenna at flest løntakarar eru. 9619 løntakarar eru í tí almenna o.a. tænastu. Næst størsta høvuðsvinnugreinin er privatu tænastuvinnurnar, har 8968 løntakarar eru.

Munurin millum fiskivinnuni o.a. tilfeingisvinnu og byggivinnuni o.a. tilvirkan er lítil. Í fiskivinnuni eru 4442 løntakarar, meðan 4218 løntakarar eru í byggivinnuni.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder