Vit gerast fleiri og fleiri løntakarar í Føroyum. Í august vóru løntakararnir 27.344 í tali, vísa tølini hjá Hagstovu Føroya.
Síðani februar 2014, tá beint undir 24.000 løntakarar í aldrinum 16-74 vóru í Føroyum, er talið økt støðugt til 27.344 í august.
Av teimum 27.344 løntakararunum eru 14.215 mannfólk, meðan 13.129 eru konufólk.
9.619 løntakarar starvast í almennu og aðrari tænastu, meðan næst størsti løntakarabólkurin er at finna í privatu tænastuvinnunum, har 9.264 løntakarar starvast. Lítil munur er á talinum av løntakarum í byggivinnuni o.a. tilvirking og fiskivinnuni o.a. ráevnisvinnu. Í fyrra bólkinum starvaðust 4.233 løntakarar, meðan 4.228 løntakarar starvast í seinna bólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald