Innanlands

28 stilla upp til kommunuvalið í Runavíkar kommunu

Hetta eru ellivu færri enn í 2020. Meginpartin av býráðslimunum - átta av ellivu - stilla uppaftur. Tríggir listi eru, har ein heilt stórur er

Torbjørn Jacobsen hevur verið borgarstjóri tvær tær seinastu seturnar (Mynd: runavik.fo)

Torbjørn Jacobsen hevur verið borgarstjóri tvær tær seinastu seturnar (Mynd: runavik.fo)

2024-10-23 12:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið var seinasta freist at lata vallistar inn til kommunuvalið 12. november.

Sí eisini: Fýra av sjey býráðslimum á Tvøroyri stilla uppaftur

Les eisini: Kvinnulisti verður á fyrsta sinni í Sjóvar kommunu

Tríggir listar eru í einari av størstu kommunum í landinum. Hetta er greitt, eftir at Runavíkar kommuna hevur kunngjørt sínar vallistar:

[object Object]Mynd: runavik.fo

Vallistin til staðbudnu nevndirnar sæst HER
Fýra staðbudnanar nevndir eru: Elduvíkarnevndin, Skálanevndin, Oyndarfjarðarnevndin og Funningsnevndin.

Átta av núverandi ellivu kommunustýrislimum stilla uppaftur. Harav eru sjey av teimum átta, sum fingu flest atkvøður - bert Sonni Lamhauge Petersen stillar ikki uppaftur.

15 fólk stilla upp á stóra listanum, har ímillum borgarstjórin, Torbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard og Terje Beinar Vestergaard. Hetta er Listi A.

Listi B er í stóran mun fólk, sum búgva á Skála. Har stillar Pauli Poulsen, sum fekk 129 atkvøður seinast (triðflest), upp. Har eru fimm fólk.

Átta fólk stilla upp á Lista C, har tey flestu ikki hava nógvar royndir í politikki. Petur Hansen, ið er í stýrinum nú, er tó á hesum listanum.

15 bygdir/býir eru í Runavíkar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder