Innanlands

29 ára gamal omandottin á Trøllanesi

Á sjúkrahúsinum varð staðfest, at maðurin hevði latið lív

Savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-07-12 15:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein syrgilig vanlukka hendi á Trøllanesi í dag, tá ein 29 ára gamal føroyingur datt oman á Trøllanesi. Løgreglan fekk fráboðan klokkan 12.29 um at maðurin varð omandottin. Sagt varð at fallið var einar 300-400 metrar niður.

Maðurin datt oman á vestaru síðu av Kalsoynni, og løgreglan og MRCC settu stóra leiting í gongd. Tjaldrið, Vón, Ziska, Lív og Tyrlan fóru at leita eftir manninum.

Tyrlan fann mannin og fekk hann upp, men tá komið var á Landssjúkrahúsið varð staðfest, at hann hevði latið lív.

Av løgreglustøðini verður sagt, at tey avvarðandi hava fingið boð um vanlukkuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder