Uttanlands

29 mótmælisfólk handtikin í Tel Aviv

Í gjárkvøldið fóru túsundatals mótmælisfólk út á gøturnar í ísraelskum stórbýum fyri at vísa sína ónøgd við stjórnina hjá Netanyahu, eftir at líkini av seks gíslum vórðu funnin í Gaza um vikuskiftið

Tel Aviv, Ísrael (Mynd: EPA)

Tel Aviv, Ísrael (Mynd: EPA)

2024-09-02 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Túsundatals fólk mótmæltu í gjárkvøldið í fleiri ísraelskum býum, eftir at líkini av seks gíslum vórðu funnin í einum tunli í Rafah í Gaza um vikuskiftið.

Mótmælt var m.a. í Tel Aviv og Jerusalem, skrivar Ritzau.

Les eisini: Hava funnið seks deyðar gíslar

Mótmælisfólkini finnast at ísraelska forsætisráðharranum Benjamin Netanyahu og stjórn hansara fyri ikki at hava gjørt nóg mikið fyri at fáa eina avtalu við Hamas um leyslating av gíslunum, sum vórðu tiknir 7. oktober í fjør.

250 gíslar vórðu tiknir av Hamas, og umleið 101 eru enn í Gaza. Ísrael metir tó, at ein triðingur av teimum ikki longur er á lívi.

Mótmælini gingu sum heild friðarliga fyri seg. Í Tel Aviv vórðu 29 persónar tó handtiknir fyri m.a. herverk og fyri at leypa á løgreglufólk. Ein løgreglukvinna varð særd og var uttan vit, tá hon varð koyrd á sjúkrahúsið.

Ísraelska fakfelagssamstarvið Histadrut, sum umboðar umleið 800.000 starsvfólk, hevur lýst verkfall í dag fyri at leggja trýst á Netanyahu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder