Innanlands

30 ár síðani fyrstu børnini byrjaðu á Dagstovninum á Argjum

Stovnurin var upprunaliga sjálvsognarstovnur, tá stovnurin lat upp í 1988 í táverandi Argja kommunu

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-10-24 22:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

17. oktober vóru 30 ár liðin, síðan tey fyrstu børnini byrjaðu á Dagstovninum á Argjum. Stovnurin var upprunaliga sjálvsognarstovnur, tá stovnurin lat upp í 1988 í táverandi Argja kommunu. Tá vóru fýra stovur, ein vøggustova og tríggjar barnagarðsstovur. Í dag hevur stovnurin seks stovur, tvær vøggustovur, tríggjar barnagarðsstovur og eina stovu fyri tey seks ára gomlu.

Á Dagstovninum á Argjum starvast 23 fólk. Tvey av starvsfólkunum hava verið í starvi í ávikavist 28 og 29 ár, og hartil hava fleiri av starvsfólkunum verið í starvi í yvir 10 ár, skrivar Tórshavnar kommuna.

Dagurin verður hildin hósdagin 25. oktober, tá Dagstovnurin hevur opið hús. Børn, foreldur og onnur, sum á einhvønn hátt hava tilknýti til stovnin, eru hjartaliga vælkomin á gátt hendan dagin
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder