Innanlands

300-400 næmingar á Húsarhaldsskúlanum hvørt ár

Klaksvíkar kommuna hevur fokus á seg sjálva hesa vikuna

Vitjað varð eisini í endurreista garðinum hjá Nósloyar Páll á Biskupstøð (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Vitjað varð eisini í endurreista garðinum hjá Nósloyar Páll á Biskupstøð (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2018-10-17 12:47 Author image
Ari av Rana
placeholder

Lagið var gott á teimum vitjandi, tá sjóneykan í gjár varð sett á nýggja Húsarhaldsskúlan og endurreista garðin hjá Nólsoyar Páll.

Klaksvík í fokus byrjaði mánakvøldið við serstakliga vælvitjaða tiltakinum á Biskupstorgi og í Posthúskjallaranum, og í gjárkvøldið áttu Húsarhaldsskúlin og Nólsoyar Pálsgarðurin tørn. 

Framløgan um nýggja Húsarhaldsskúlan varð hildin í róðrarneystinum, tí júst har verður nýggi skúlin staðsettur. Jógvan Skorheim, borgarstjóri bjóðaði vælkomin og greiddi í stuttum frá tilgongdini, áðrenn hann lat orðið til Jóhonnu á Tjaldrafløtti, skúlastjóra. 

Jóhanna greiddi frá virkseminum og umstøðunum á Húsarhaldsskúlanum, sum hvørt ár fær nógvar umsóknir úr øllum landinum. Umframt sjálvt húsarhaldsskúlaskeiðið, sum er sjey mánaðar til longdar, skipar skúlin eisini fyri skeiðvirksemi av fjølbroyttum slag, og hvørt ár eru samanlagt millum 300 og 400 næmingar og skeiðsluttakarar knýttir at skúlanum. Hetta talið fer at kunna vaksa í nýggja skúlanum, sum verður munandi størri í vavi, enn núverandi skúli á Stokksoyravegi.

Eftir hetta legði Svend Sivertsen, arkitektur fram tekningar av nýggja Húsarhaldsskúlanum, sum fer at hava alskyns nútímans og hóskandi hentleikar. Umframt sjálvt skúlavirksemið, fer bygningurin eisini at virka sum næmingaheim við góðum kømrum og takterassu, sum fer at geva næmingunum eitt lekkurt og hugnaligt heim mitt í nýggja miðbýnum.

Eftir framløguna um Húsarhaldsskúlan gekk leiðin inn í endurreista garðin hjá Nólsoyar Páll á Biskupstøð. Síðan grundarsteinurin varð lagdur í juni 2015, hevur Archibald Black staðið á odda fyri byggjarínum, sum er trælist og hondverk av ovastu rók. Archie tók sjálvur ímóti í garðinum og greiddi frá verkætlanini, sum nú er komin rættiliga væl áleið. 

Klaksvík í fokus hevur higartil fingið góða móttøku, og hóast veðrið var illfýsið høvdu heilt fitt av fólki leitað sær vegin til Biskupsstøð at hoyra framløgurnar í gjár, skrivar kommunan. Í kvøld eru aftur forvitnisligar framløgur á skránni, tá vit fyrst vitja á Skúlatrøð, har størsta byggiverkætlan hjá Klaksvíkar kommunu er í gongd, og eftir hetta verður ítrótturin í fokus á loftinum í KÍ-høllini. Har verða framløgur um rennibreytina, Bláa skýlið og nýggja vælverudepilin í Svimjihøllini, sum letur upp í næstum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder