Innanlands

3.000 færri kanningar og viðgerðir í 2020

Á fleiri økjum í sjúkrahúsverkinum gongst væl at stytta bíðitíðirnar, sum eru komnar orsakað av korona, men á skurðøkinum eru avbjóðingar, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum í svari til Sirið Stenberg

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Mynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-08 19:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað gongur væl at stytta bíðitíðirnar á fleiri økjum í sjúkrahúsverkinum, men á skurðøkinum serliga ortopediini – og í fysio- og ergoterapiini eru avbjóðingar á øllum trimum sjúkrahúsunum. Haraftrat eru bíðilistarnir í pørtum av psykiatriini framvegis longri, enn áðrenn koronasmittan tók seg upp í Føroyum.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í svari til fyrispurning hjá Sirið Stenberg, sum hon setti fyri tveimum vikum síðani.

Tjóðveldistingkvinnan vildi m.a. hava at vita, hvussu gongst at stytta bíðilistarnar, sum eru komnir orsakað av korona, hvussu nógvar viðgerðir færri vórðu framdar higartil í ár í mun til í fjør, og hvat verður gjørt fyri at fáa stytt bíðilistarnar.

Eisini vildi hon hava at vita, um mann hevði mett um avleiðingarnar av hesum bíðitíðunum, og hvat var gjørt fyri at fyribyrgja, at sjúklingar fáa álvarsliga mein og missa førleikar, tí teir ikki fáa viðgerð.

Millum 15 og 20 prosent færri skurðviðgerðir

Kaj Leo Holm Johannesen metir, at samlaða minkingin av ambulantum kanningum og viðgerður er eini 3-4 prosent, tá mann samanber fyrstu níggju mánaðirnar í 2020 við sama tíðarskeið í fjør. 

Talið á kanningum og viðgerðum er gott 3.000 lægri enn um somu tíð í fjør. Seinnu árini, hevur vøksturin verið 7-8 prosent um árið, sigur hann.

– Skurðøkið, er eitt av økinum, sum varð meinast rakt og samanborið við 2019, so hava verið millum 15 og 20 prosent færri skurðviðgerðir í Sjúkrahúsverkinum í ár. Minkingin er størst á Landssjúkrahúsinum og minni í Klaksvík og í Suðuroy. Um vit taka allar ambulantu kanningarnar og viðgerðirnar á skurðøkinum við, so er minkingin 3-5 prosent.

Á medisinska økinum er samlaða minkingin 4 prosent, sigur landsstýrismaðurin, sum vísir á, at vøksturin annars hevur verið ógvuliga stórur á økinum seinastu árini.

Talið á telefonviðtalum økt 80 prosent

– Í miðal er talið á vitjanum vaksið við 15 prosentum um árið seinastu 5 árini. Ein av orsøkunum til, at minkingin ikki er størri, er, at talið av telefonviðtalum í ár er økt við út við 80 prosentum í mun til í fjør. Seingjardeildirnar á Landssjúkrahúsinum hava yvirhøvur havt javnt virksemi alt árið, eisini tá koronasmittan herjaði í vár, og koronaátøkini við nýskipaðari koronadeild hava skapt meira virksemi. Hinvegin vóru hetta tíðarskeiðið færri innleggingar á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi.

Øll trý sjúkrahúsini hava havt stóra minking í fysio- og ergoterapiini, har virksemið samlað er minkað minst 20 prosent higartil í ár, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Á psykiatriska økinum er samlaða minkingin í ambulantum kanningum og viðgerðum lítil, bert 1-2 prosent, men her er týðandi at vísa á, at vanliga veksur ambulanta virksemið í psykiatriini við meira enn 7 prosentum um árið. Í psykiatriini er talið á telefonviðtalum vaksið við 32 prosentum, meðan talið av heimavitjanum – økispsykiatriin – er minkað 23 prosent, sigur landsstýrismaðurin.

Orsøkin til at summi øki eru harðari rakt enn onnur er m.a., at summi sjúkuøki hava funnið nýggjar og øðrisi loysnir fyri at halda virkseminum í gongd, eitt nú við fleiri telefonviðtalum. Onnur øki, har tað er neyðugt, at sjúklingurin kemur á staðið, hava verið harðari rakt.

Sjúklingar við bráðneyðugum tørvi sleppa framat

Millum átøkini, sum eru gjørd fyri at tryggja, at virksemið kann halda fram hóast korona, er koronadeildin, sum nú er skipað í lonum uttanfyri sjúkrahúsið, sum tekur ímóti sjúklingum, sum hava korona, ella har illgruni er um, at viðkomandi hevur korona.

Orsakað av læknatroti og alsamt fleiri ávísingum er bíðitíðin vaksin í ortopediini, og arbeitt verður við at greina málið nærri og finna loysnir fyri at fáa órímiliga longu bíðilistarnar niður.

Allir sjúklingar, sum hava havt bráðneyðugan tørv eru tó slopnir framat, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. 

Í hvørjum einstøkum føri, hevur serlækni ella annað heilsustarvsfólk gjørt eina ítøkiliga heilsufakliga meting av støðuni hjá sjúklinginum.

Alt svarið hjá landsstýrismanninum í heilsumálum kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder