– Hetta líkist ongum.
Soleiðis sigur Sirið Steberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum, eftir at Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin hevur boðað frá, at Fólkatingið hevur játtað 2,5 milliónir krónur til Oyggjaleikirnar, sum skulu vera í Føroyum í 2027.
Í dagføring á Facebook vísir hon á, at Løgtingið hevur játtað upphæddina, sum leikirnar sigast at kosta, og hevur hetta einki við Fólkatingið at gera.
– Oyggjaleikir, og mentanarpolitikkur, hevur onki við fólkatingið at gera. At føroysk fólkatingsumboð reypa av hesum er skammuligt, sigur hon.
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu er heldur ikki fegin up tíðindini og kallar tað "ein national skomm".
– Táið vit bjóðaðu okkum fram sum vertir til Oyggjaleikirnar í 2027, var fíggingin tá ikki komin í rættlag? Ella høvdu vit roknað við at eitt fremmant parlament, ein fremmandur ríkiskassi, skuldi taka um endan? spyr hann á Facebook.
Sirið Stenberg sigur í samrøðu við Kringvarpið, at tað er danska mentamálaráðið, sum hevur játtað peningin til Oyggjaleikirnar, og er, sum skilst, eingin umbøn um hetta komin úr Føroyum.
Les eisini: Fólkatingið játtar 2,5 milliónir krónur til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald