Løgreglan fekk í gjár fleiri fráboðanir frá løgtingslimum, sum søgdu seg hava fingið eini boð á sosialum miðlum og á telefon, sum kunnu uppfatast sum hóttandi.
Somu boðini eru send frá sama persóni til løgtingsfólk, sum atkvøddu fyri uppskotinum um nýggja fosturtøkulóg.
Persónurin, sum hevur sent boðini, býr í Danmark og er ikki føroyingur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at talan er um ein persón við sálarligum avbjóðingum, sum er kendur í donsku skipanini.
Løgreglan tekur málið í størsta álvara, og í næstum verður farið undir at tosa við tey, sum siga seg hava fingið hóttandi boðini. Heitt er eisini á politisku flokkarnar um at boða frá, um fólk teirra hava fingið hóttandi boð, so hesi kunnu skrásetast.
17 tinglimir atkvøddu fyri uppskotinum um nýggja fosturtøkulóg.
Les eisini: Uppskotið um fosturtøkulóg endaliga samtykt
Dagførd kl. 9.44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald