Innanlands

31 ófaklærd verið ígjøgnum skeiðsumfar hjá Roðanum

Yviskriftin á skeiðnum var:  “Grundleggjandi røkt av eldri og fólki við varandi sjúkum”. Tað vóru deildarleiðararnir í Roðanum, sum allir hava eina heilsufakliga útbúgving, ið undirvístu

2019-03-29 18:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leikluturin og íkastið hjá ófaklærdum, í arbeiði hjá Roðanum økistænastuni við Skálafjørðin, er av alstórum týdningi fyri tænasturnar hjá Roðanum og tí metir Roðin, at tað er okkara uppgáva, at menna hesi starvsfólkini og geva teimum eina grundleggjandi vitan og amboð sum tey kunnu nýta í sínum dagliga arbeiði.

31 ófaklærd hava verið ígjøgnum eitt skeiðsumfar, sum liður í hesi menningini av starvsfólkum.

Yviskriftin á skeiðnum var:  “Grundleggjandi røkt av eldri og fólki við varandi sjúkum”.

Deildarleiðararnir í Roðanum, sum allir hava eina heilsufakliga útbúgving, undirvístu og evnini vóru:

  • Reinføri - hondreinføri/smyttufyribyrgjan, seingjarbað, munnrøkt, húðrøkt.
  • Immobilitetur/Seingjarlegukomplikatiónir.
  • Ergonomi og rehabilitering.
  • Føðsla og útskiljan.
  • Heilivágsgevan.
  • Demens, lívssøga, relatiónir.

Skeiðið endaði við at Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum, handaði øllum luttakarunum skeiðváttan.

- Roðin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder