Innanlands

32 mál løgd fyri løgtingið

Mikudagin fer løgtingið aftur til verka eftir longri støðg - hósdagurin er settur av til at viðgera fiskivinnuna

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava saman lagt fleiri andstøðuuppskot fyri tingið í dag (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava saman lagt fleiri andstøðuuppskot fyri tingið í dag (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-11-04 15:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nývalda løgtingið sleppur nú veruliga til verka eftir longri støðg, eitt nú orsaka av, at tveir tinglimir hava verið upptiknir av fundi í Norðurlandaráðnum í farnu viku.

Í dag var framløga á skránni, og Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, kundi boða frá 32 tingmálum, sum eru løgd tinginum til viðgerðar.

Millum stórmálini er uppskot frá Jacob Vestergaard til løgtingslóg um sjófeingi. Hósdagurin er settur av til fyrstu viðgerð av hesum umfatandi uppskoti.

Løgtingið kemur saman aftur mikudagin, tá eru fyrst ófráboðaðir spurningar til landsstýrið á skránni.

Tá skal løgtingið eisini viðgera eitt uppskot frá landsstýriskvinnuni við almannamálum, sum skal gera tað lættari hjá fyritíðarpensjónistum at flyta millum longini í ríkisfelagsskapinum.

Eisini tvey uppskot um eykajáttanir eru settar á skránna til tingfundin mikudagin. Annað er eitt uppskot frá løgtingsformanninum um at játta pengar, 1,3 milliónir krónur, til bíðipengar til fyrrverandi løgtingslimir, nú rættiliga stór útskifting var í tingmanningini eftir valið 30. august.

Hitt eykajáttanaruppskotið er frá Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum, sum mælir til, at 2,4 milliónir krónur verða játtaðar til IRF, so at spilloljuverkið kann halda fram við sínum virksemi.

Millum onnur mál, ið landsstýrið legði fram í dag er eitt mál um at lata pensjónistum 6.000 krónur árliga í skattafrádrátti, og eitt um at lata lærlingum 50.000 krónur árliga í skattafrádrátti.

Eisini er eitt ríkislógartilmæli lagt á tingborð um broytingar í rættargangslóggávuni.

Andstøðan legði eisini fleiri uppskot fyri tingið í dag. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin vóru saman um at leggja tey flestu av andstøðuuppskotunum fram.

Framløgdu tingmálini síggjast her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder