Innanlands

350 børn og vaksin verða við til 1-1-2 dagin

Mikudagin læra børnini um ferðslu, eldsbruna, bjarging og um at ringja 1-1-2

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-05-27 13:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Mikudagin 29. mai verður árligi 1-1-2 dagurin hildin fyri elstu barnagarðs- og forskúlabørnunum í Tórshavnar kommunu. Tiltakið verður á parkeringsøkinum við Badmintonhøllina í Gundadali.

Sjúkraflutningstænastan, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Tórshavnar Sløkkilið, Tórshavnar kommuna, SSP-Ráðgevingin og Løgreglan skipa fyri 1-1-2 degnum.

Endamálið við 1-1-2 degnum er, at øll barnagarðs- og forskúlabørnini, sum fara í 1. flokk í summar, fáa ein stuttligan og læruríkan dag um ferðslu, eldsbruna, bjarging og um at ringja 1-1-2, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Tiltakið er liður í fyribyrgjandi arbeiðinum, sum øll hesi yrkisfólk eisini taka sær av.

Nógv verður at hoyra og síggja hjá børnunum - eitt nú bilar hjá sløkkiliði, løgreglu og sjúkraflutningi. Haraftrat verða hundar hjá løgreluni á staðnum, og somuleiðis verður tónleikur at hoyra.

350 børn og vaksin í Tórshavnar kommunu verða við til 1-1-2 dagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder