Innanlands

38 nýggjar leiguíbúðir hjá Bústøðum skjótt klárar

Íbúðirnar verða bygdar Oman Mattalág

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-10-04 11:07 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fá munnu verða ið ivast í at bústaðartrotið er stórt í Føroyum, og hevur evnið verið fleiri ferðir uppi at vent á politiska pallinum seinastu dagarnar.

Á ymiskum bólkum á Facebook eru dagliga fleiri uppsløg, har fólk søkja bústað, og tá okkurt er, eru ofta tíggjutals og onkuntíð upp í hundrað fólk, sum seta seg í samband við útleigara.

Bústaðir byggir leiguíbúðir til føroyingar, og nú skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni, at 38 nýggjar leiguíbúðir skjótt verða klárar at flyta inn í Oman Mattalág í Havn.

Fríggjadagin verður reisigildi fyri innbodnum Oman Mattalág. Leiguíbúðirnar verða klárar at taka í nýtslu longu fyrst í komandi ári.

Talan er um modulbyggjarí, har nógv verður gjørt burturúr útsjónd og umhvørvi, skrivar Tórshavnar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder