Um nakrar tímar fara vit á val aftur. Fólk í valstýrunum og tey rundanum hava úr at gera í hesum døgum, og klokkan tíggju lata tey 57 valstøðini upp aftur.
Møguleiki verður at velja í tíggju tímar - til klokkan tjúgu í kvøld.
Møguleiki er at velja millum 160 valevni hjá sjey ymiskum flokkum. Tað er eitt valevni færri enn til løgtingsvalið í 2022.
Fullu valevnislistarnir síggjast her
39.704 hava valrætt í dag. Talan er um 687 fleiri veljarar enn á seinasta løgtingsvali
Valluttøkan í Føroyum er vanliga høg - plagar at tátta í tey 90 prosentini. Í desember 2022 var tað 88 prosent.
Sí eisini: Hægsta valluttøka síðani 2001
Portalurin og FM1 hava gjørt nógv burturúr hesum valunum og aftur í dag spenna vit okkum út.
Á FM1 byrjar sendingin "Føroyar á vali" klokkan 10 og sent verður til umleið klokkan 17 seinnapartin. Vit tosa við okkara fólk sum verða stødd kring landið tá valhølini lata upp, og fara at vitja fleiri valstøð gjøgnum dagin. Eisini koma gestir í rásarúmið í Miðlon, har Árni Gregersen stýrir slagnum.
Á Portalinum verða myndir og dagføringar annars frá løgtingsvalinum gjøgnum dagin og móti kvøldið verður livebloggur eisini. Vit gevast ikki fyrr enn nakað eftir úrslitið fyriliggur.
Les meira: Portalurin og FM1 við fullum seglum á løgtingsvalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald