Innanlands

40 ár síðani Ove Joensen róði seg inn í søguna

Eg minnist enn tann dagin, sum var tað í gjár. Vit fylgdu hvørjum árataki hansara við spenningi. Ove Joensen hevði eitt óvanligt dirvi, ein ósvikaligan vilja og eina trúgv upp á, at tað ómøguliga kundi gerast møguligt. Hann róði ikki bert fyri seg sjálvan. Hann róði fyri allar Føroyar, sigur Birgir Andreasen

2026-08-09 21:06 Author image
Innsent
placeholder

Fyri 40 árum síðani var Birgir Andreasen staddur í Nólsoy, har hann fylgdi vini sínum, Ova Joensen, avstað. Ove legði tá leiðina móti Danmark við báti sínum, Dianu Victoriu. Birgir Andrease visti, at Ove Joensen fór undir eina ferð, sum eingin føroyingur áður hevði gjørt. Men hann visti ikki, at hann bert eitt gott ár seinni skuldi standa við sorgini um at missa Ova Joensen. Minnið um Ova hevur fylgt Birgiri øll hesi ár.

Soleiðis sigur Birgir Andreasen, sum gjørdist høvuðsstuðul hjá Ova Joensen í roynd hansara at rógva til Langelinje í Keypmannahavn.

- Eg minnist tann dagin so væl tá ið Ovi á fyrsta sinni fór avstað 1984. Vanliga var stúgvandi fult av fólki í handlinum ein leygardag, men henda dagin var tómt. Orsøkin var, at Ove Joensen legði til havs. Eg koyrdi oman móti bryggjuni, men bilrøðin møtti mær longu í Stoffalág. Tá gekk upp fyri mær, hvussu nógv fólk vóru spent upp á túrin hjá Ova Joensen, og hvussu mong eisini trúðu upp á Ova tá, sigur Birgir Andreasen.

Tað eru nú 40 ár síðani Ove Joensen, eftir 41 strævnar dagar á Atlantshavinum, róði inn á Langelinie í Keypmannahavn og skrivaði seg inn í føroyska søgu.

- Eg minnist enn tann dagin, sum var tað í gjár. Vit fylgdu hvørjum árataki hansara við spenningi. Ove Joensen hevði eitt óvanligt dirvi, ein ósvikaligan vilja og eina trúgv upp á, at tað ómøguliga kundi gerast møguligt. Hann róði ikki bert fyri seg sjálvan. Hann róði fyri allar Føroyar, sigur Birgir Andreasen.

Heima í Føroyum var móttøkan í Nólsoy í september 1986. Birgir Andreasen gav Ova Joensen eitt 25 kilo tungt silvursteyp á marmorfóti.

Ove var ein heilt serligur maður. Trúfastur og bangin fyri at særa onnur. Eg haldi ikki, tú kundi eiga ein betri vin, sigur Birgir Andreasen .

Tað var Birgiri Andreasen ein stórur heiður at standa við síðuna av Ova Joensen sum vinmaður og stuðul. Honum dámdi at kunna vera sponsorur til hesa ótrúligu ferðina. Ein ferð, sum Birgir altíð fer at bera við sær við takksemi.

Stokkut gleði
Bert eitt gott ár seinni mistu føroyingar Ova Joensen í dýrdarveðri á Skálafjørðinum. Eftir situr sorgin, sum enn situr djúpt í hjartanum hjá mongum okkara.

Sunnukvøldið áðrenn Ove doyði, tosaðu teir saman. Ove var harmur um, at dreymurin um ein svimjihyl til børnini í Nólsoy ikki var vorðin veruleiki. Hann var eisini vónbrotin um, at landsstýrið ikki hevði svarað upp á, um tey vildu keypa Dianu Victoriu.

- Tá kendi eg, at vit skyldaðu Ova Joensen at lata stóra dreym hansara liva víðari. Tí tók eg stig, saman við øðrum, at savna fólk um ætlanina at byggja svimjihylin í Nólsoy. Tað var hjartamálið hjá Ova Joensen. Sjálvur var eg við í hesum arbeiðnum í umleið tvey ár, sigur Birgir Andreasen.

Birgir ynskti tá, at báturin Diana Victoria skuldi fáa eitt virðiligt pláss sum minni um ein mann, ið gav Føroyum eina søgu, sum ongantíð verður gloymd.

- Tá eg lesi aftur tað, sum Kirstin Didriksen og Ragnhild Joensen skrivaðu í bók teirra um Ova Joensen í 1989, verði eg mintur á, hvussu nógv hann kom at merkja fyri okkum øll. Tær megnaðu at festa søguna á blað, og vit eiga at vera teimum takksom fyri tað, heldur Birgir Andreasen.

Men fyri Birgir er Ove Joensen ikki bara ein søga í eini bók. Hann var ein trúfastur vinur. Ein maður við einum stórum hjarta. Ein føroyingur, sum vísti okkum, at við trúgv, treiskni og dirvi kunnu stór ting henda.

- Nú, 40 ár eftir henda søguliga róður, minnast føroyingar við stórari virðing Ova Joensen.

- Vit takka fyri lív hansara, fyri dirvið, hann sýndi, og fyri tann íblástur, sum hann framvegis gevur nýggjum ættarliðum til gleði og gagns fyri allar føroyingar. Eg fegnist ikki minst um, at nólsoyingar hava gjørt eitt virðiligt Ovasavn, sum allir føroyingar kunnu fáa gleði av, sigur Birgir Andreasen at enda.

Myndirnar eru úr bókini «Ove», sum Kirstin Didriksen og Ragnhild Joensen skrivaðu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder