Tá flestu ungu føroyingar triðja jóladag njóta jólafriðin og so smátt fara at hugsa um nýggjárshald, fara um 40 føroyingar av landinum niður til útsynningspartin av Týsklandi. Flestu luttakarar úr Føroyum eru miðnámsskúlanæmingar, og tilsamans vænta fyriskipararnir um 3.000 luttakarar úr øllum Evropa. Hetta skrivar Trúðboðin á heimasíðu sínari
IFES Europe (International Fellowship of Evangelical Students) skipar fyri stevnuni. Føroyska KFS (Kristiligur felagsskapur fyri skúlaungdóm og lesandi) er partur av IFES Europe. Heitið á stevnuni er “Vek Evropa”, og endamálið at vekja ung lesandi millum 18-30 ár til virkna kristna trúgv og at gera tey út til vera við til at bera jólaboðskapin.
Nýggjársaftan er síðsti vanligi dagur á stevnuni, og gamlaárskvøld verður stevnan eisini endað við einum serligum nýggjárshaldi, har millum annað lovsangur er á skránni. Meira um skránna kann lesast á heimasíðuni hjá Trúboðanum, ið eisini skrivar, at fleiri av undirvísarunum á stevnuni hava vitjað í Føroyum fyrr, og at tað framvegis er møguleiki at melda seg til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald