Uttanlands

44 fólk staðfest deyð í skógareldum

Camp Fire mest oyðileggjandi skógareldur í Kalifornia nakrantíð

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-11-13 07:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

42 persónar eru nú skrásettir deyðir eftir ógvusliga skógareldin í norðara parti av Kalifornia.

Tað upplýsir sheriffurin í Butte County, Kory Honea, eftir at tey funnu leivdirnar av 13 persónum afturat í gjár.

Sostatt er talan um størsta tal av deyðum í einum skógareldi í statinum nakrantíð, skrivar Reuters.

Bjargingarlið leita framvegis eftir líkum eftir eldin, ið verður kallaður Camp Fire. Við tað at 228 fólk eru meldað saknað, óttast deylstalið at vaksa nógv meira.

Myndugleikarnir hava eisini fingið fráboðanir frá meira enn 1.500 fólkum, ið vilja tryggja sær, at teirra kæru eru í tryggum hondum, sigur Kory Honea sambært AP.

Sheriffurin sigur, at enn ber ikki til at vátta, um 231 av teimum saknaðu fólkunum eru trygg. Arbeitt verður við málinum, sigur hann.

Skógareldurin, sum eisini er tann mest oyðileggjandi í Kalifornia nakrantíð, hevur oyðilagt minst 7.100 heim síðan hann kyknaði hósdagin.

Ringast raktur er býurin Paradise, har 27.000 fólk hava mist heim sítt.

Fleiri av teimum deyðu eru funnin í ella nærhendis útbrendar bilar og í leivdum av niðurbrendum húsum, sigur Honea sheriffur.

Í nøkrum førum funnu tey bert smápetti av mannabeinum, og tí er arbeiðið við at eyðmerkja líkini sera trupult.

Myndugleikarnir brúka eina DNA-starvsstovu, sum kann flytast, til arbeiði, og hava sent boð eftir fleiri serfrøðingum at hjálpa til við eyðmerkingini.

Eisini sunnari partur av Kalifornia er raktur av ógvusligum skógareldi. Minst tvey fólk eru deyð her, so samlaða talið av deyðum í statinum nú er 44 fólk.

Sí eisini: Myndir: Ógvusligir eldar í Kalifornia 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder