Í farnu viku vóru 44 hjálparfólk á dagstovnunum í Tórshavnar kommunu á førleikamenningarskeiði, sum Barna- og ungdómsdeildin skipaði fyri. Í høvuðsheitum snúði skeiðið seg um: Tað góða sambandið, hugsan um tilfeingi, foreldrasamstarv og at hugsa um egið arbeiði á dagstovnaøkinum.
Undirvísingin, sum námsfrøðiligi ráðgevin, Maria Johannesen, stóð fyri, skifti millum námsfrøðilig ástøði, bólkaarbeiði og ítøkilig dømi úrgerandisdegnum á dagstovnum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Sambært eftirmetingunum frá hjálparfólkunum hevur skeiðiðverið viðkomandi, og nú kenna tey seg vera betur før fyri at røkja starvið ádagstovnaøkinum.
Ætlanin er, at skeiðið verður afturvendandi. Eftir ætlan verður skeiðið boðið útaftur í heyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald