Seinastu dagarnir hava verið ófriðarligir í Nagorno-Karabakh økinum, har aserbajdsjanskar og armenskar herdeildir stríðast um hvør skal hava valdið í økinum.
Eftir eitt ófriðarligt vikuskifti leggja bæði londini hvønn annan undir, at fara undir nýggj álop í økinum. Hetta skrivar tíðindastovan Reuters.
Etniskir armenar í økinum boðaðu mánadagin frá at 45 hermenn hava latið lív í stríðnum við aserbajdsjanskar herdeildir. Harvið hava tilsamans 525 herfólk latið lív, meðan í minsta lagið 25 sivil eru dripin og meira enn 100 fólk eru særd, síðani stríði tók seg upp 27 september.
Ein friðaravtala var fingin í lag ímillum partarnar og skuldi eftir ætlan byrjað leygardagin, men hon bleiv brotin av báðum pørtum eftir fáum tímum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald