2018-11-23 16:02
Rokningarnar fyri skúlabyggingina í Marknagili hópa seg upp, og nýggj meting frá Landsverki sigur, at brúk er fyri 46 milliónum krónum.
Tað veit Kringvarpið í dag.
Upprunaliga umbønin um eykajáttan var 18,7 milliónir, men tað er nú vaksið upp í 28,4 milliónir. Harafturat er ein upphædd á 17,6 milliónir, sum helst skal játtast seinni. Hetta er fyri ymiskt sum eftir røttum átti at verið við í upprunaligu verkætlanini hjá Landsverki ella nýggj ynski hjá skúlanum eftir, at hann er tikin í nýtslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald