Mentan

5 lyklar: Nýggj bók eftir Kitty May Ellefsen

Hesir fimm lyklarnir eru bygdir á gransking innan positiva sálarfrøði og sjálvtamarhald, greiðir Kitty May Ellefsen frá

Kitty May Ellefsen hevur skrivað, og Jana Elisabeth Hansen hevur teknað (Mynd: Facebook)

Kitty May Ellefsen hevur skrivað, og Jana Elisabeth Hansen hevur teknað (Mynd: Facebook)

2018-11-16 18:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

 Í 2016 gav hon út bókina "Frá reyðvíni til marathon", sum snýr seg um, hvussu hon broytti lívsstíl frá at drekka ov nógv reyðvín til at renna marathon, og nú er Kitty May Ellefsen aktuel við nýggju bókini "5 lyklar - hav ræði á tær sjálvum - ger restina av lívinum til tað besta í lívinum".

"Hesir fimm lyklarnir eru bygdir á gransking innan positiva sálarfrøði og sjálvtamarhald ella 'master your mind'", sigur Kitty May Ellefsen, ið hevur Master-útbúgving innan positiva sálarfrøði frá universitetinum í Århus.

Lyklarnir eru hesir:

1: Vel eina positiva tilgongd til lívið

2: Skapa teg sjálva

3: Finn tínar styrkir

4: Tú hevur eitt stórt virði

5: Rør teg

"Í roynd og veru er tað einfalt. Ígjøgnum lívið mást tú ansa eftir kroppinum, hjartanum og heilanum. Kroppinum ansar tú best eftir við at sova væl, eta væl og røra teg. Hjartanum ansar tú best eftir, tá tú móttekur og gevur kærleika, kennir teg trygga og góðkenda hvønn dag. Heilanum ansar tú best eftir, tá tú er positiv og samstundis gevur heilanum nýggjar avbjóðingar," sigur hon í samrøðu við Portalin.

Sambært Kitty May Ellefsen er tað góða við hesum lyklum, at sama hvussu lívið hjá tær sær út í dag, hevur tú alt, ið skal til fyri at broyta lívið til tað betra. Tú hevur longu alt í tær fyri at skapa eitt gott lív, og í hvørjum lykli eru amboð, sum tú kanst brúka og venja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder