2020-12-03 17:35

Í november var ferðafólkatalið á flogvøllinum í Vágum 8.381. Í november 2019 var talið 24.886, og harvið vóru 66,3 prosent færri ferðafólk í november í ár í mun til november í fjør.
Hetta skrivar Kringvarpið.
Samanlagda minkingin higartil í ár er 57,5 prosent, og hetta er korona sjálvandi orsøkin til. Áðrenn korona av álvara rakti tíðliga í mars var vøksturin, sammett við sama tíðarskeið 2019 15,6 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald