Innanlands

62N hotellið fingið nýggjan leiðara

- Vit eru sera fegin um at fáa eina so roynda kvinnu at standa á odda fyri hotellinum, sigur Bergur Thomsen, stjóri í 62N um Súsonnu Vang, sum er sett sum leiðari á hotellinum

Á myndini eru Bergur Thomsen, stjóri, og tann nýggi hotel leiðarin, Súsanna Vang

Á myndini eru Bergur Thomsen, stjóri, og tann nýggi hotel leiðarin, Súsanna Vang

2019-03-11 20:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Súsanna Vang er sett sum leiðari á 62°N hotellinum í Havn. Súsanna kemur úr starvinum sum Hotel Manager á Hotel Føroyum og hevur drúgvar royndir í hotellvirksemi bæði í Føroyum og í Danmark, eins og hon er útbúgvin HA í burðardygd á lærda háskúlanum í Aarhuus. 

Tað var 1. august í 2018, at 62°N yvirtók hotellið í miðbýnum í Havn, og við nýggja leiðaranum hevur 62°N hotellið eina spennandi tíð fyri framman. 

- Vit eru sera fegin um at fáa eina so roynda kvinnu at standa á odda fyri hotellinum, og hennara førleikar fara uttan iva at koma hotellinum og kundunum til góðar, sigur Bergur Thomsen, stjóri í 62°N. 

Í 62°N samtakinum starvast umleið 40 fólk, og samtakið fevnir um hotel, ferðaskrivstovu, bilaleigu og handling.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder