placeholder
Uttanlands

64 ára gomul kvinna stolið 111 milliónir krónur frá danska Barna- og sosialmálaráðnum

Kvinnan, sum er sporleyst horvin, hevur við 274 útgjaldingum í tíðarskeiðnum frá 2002 til 2018 stolið 111 milliónir krónur

Mai Mercado, barna- og sosialmálaráðharri í Danmark, segði á tíðindafundi í dag, at eftirlitið hevur svikið (Mynd: Scanpix)

Mai Mercado, barna- og sosialmálaráðharri í Danmark, segði á tíðindafundi í dag, at eftirlitið hevur svikið (Mynd: Scanpix)

2018-10-09 14:24 Author image
Oda Strøm
placeholder

Barna- og sosialmálaráðið í Danmark hevur nú meldað eina 64 ára gamla kvinnu, sum hevur arbeitt í málaráðnum í nógv ár, fyri at hava stolið 111 milliónir krónur í tíðarskeiðnum 2002 til 2018. Tað boðar málaráðið frá í einum tíðindaskrivi.

- At síggja til er talan um ein starvsfelaga, sum í fleiri ár hevur misbrúkt sína støðu. Fyribils kanningin avdúkar, at kvinnan hevur stolið umleið 111 milliónir krónur frá 2002-2018. Málið er meldað, og tvær uttanhýsis kanningar eru bílagdar, sum skulu fáa greiðu á málið, skrivar Barna- og sosialmálaráðið í tíðindaskrivinum. 

Í tí sambandi hevur Bagmandspolitiið eftirlýst eina 64 ára gamla kvinnu gjøgnum Interpol, sum er sporleyst horvin. 

Sambært DR vísir fyribils kanningin, at 64 ára gamla kvinnan hevur stolið pening, sum vóru ætlaðir til illa stillaðar bólkar í samfelagnum. Kvinnan hevur sum skilst svikað við at flyta peningin til onnur kontonummur, enn hvar hann skuldi verða fluttur á. 

Tað er enn ikki greitt, um aðrir persónar vóru við til at svika.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder