Innanlands

710 nýggir tilburðir og 857 staðfest frísk aftur

Enn er eingin innlagdur av koronu

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-02-02 18:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani metið í mánadagin við 1125 nýggjum tilburðum, er talið fyri týsdagin nakað lægri. 710 tilburðir vórðu staðfestir í 1877 kanningum.

At tað vóru færri kanningar gjørdar, skal síggjast í ljósinum av, at dagurin í gjár var fyrsti dagurin við nýggju mannagongdunum í sambandi við koronukanningar. Fyri, at bíleggja tíð til kanning nú, er krav at lúka nakrar treytir. Hetta er fyri at forða at fólk ikki kanna seg óneyðugt við dýru PCR-kanningunum, men heldur brúka skundkanning við hús.

Nógvir tilburðir eru staðfestir seinastu tíðina, og tað merkir eisini at nógv gerast frísk aftur. Í gjár vóru 857 fólk, sum fyri nøkrum døgum síðani vóru staðfest positiv, men sum nú eru frísk aftur.

Í løtuni eru 4822 positiv við koronu í Føroyum. Tað er 149 færri enn í gjár.

Á Sjúkrashúsverkinum er støðan góð. Eingin er innlagdur av koronu, men fýra sjúklingar hava fingið staðfest koronu, men eru innlagdir av aðrari orsøk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder