2018-07-25 11:02
Tveir skógareldar herja tætt við grikska høvuðsstaðin Athen. Í minsta lagið 74 fólk hava latið lív. Upp ímóti 100 hús eru oyðiløgd í eldunum, og myndugleikarnir hava ikki stýr á støðuni.
Grikski forsætisráðharrin, Alexis Tsipras, lýsti í gjár tríggjar daga landasorg.
Fleiri av bjargingarfólkunum fáa í løtuni kreppuhjálp, eftir at tey í gjár funnu 26 brend lík. Fleiri av líkunum vóru smábørn, skrivar TV2.
Fleiri norðurlendingar eru millum tey, sum eru evakueraði undan eldunum. Millum annað vóru 29 danir evakueraði, tá eldurin kom ov tætt uppá gistingarstaði har tey vóru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald