Lítið óvæntað er James Bond mest sæddi filmur í Havnar Bio í ár. Filmurin, sum fyri ein part gongur fyri seg á Trøllanesi á Kalsoynni, hevur av álvara fingið føroyingar upp úr sofuni.
Mourits Clementsen, sum rekur Havnar Bio, upplýsir fyri Birkblog, at fleiri enn 7.500 fólk hava sæð tann 25. James Bond-filmin í røðini, No Time To Die.
Hetta er seinasti filmurin hjá Daniel Craig, sum spælir Bond, og høvuðspersónurin velur eisini at leggja beinini á Trøllanesi.
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
- Her hjá okkum er tað mest sæddi filmur í ár. Kappingarneytarnir eru teir báðir føroysku filmarnir Skál og 111 Góðir Dagar, sum 1500-1600 fólk í hvørjum føri hava sæð, sigur Mourits Clementsen við Birkblog.
Filmurin er eisini væl umtóktur í Danmark er tað fyrstu ferð, at ein James Bond filmur fer um milliónina.
SF Studios, sum eiga filmin, upplýsa, at í Danmark, Føroyum og Grønlandi, hevur nýggi James Bond filmurin skapt biografunum eina inntøku, sum er omanfyri 126 milliónir.
Upptøkurnar í Føroyum vóru gjørdar nakrar dagar í 2019.
Enn ber til at síggja filmin í Havnar Bio.
Sí eisini myndarøð: Reyða langmáttan rullað út í Klubbagarðinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald