Ársins seinna stuðulsumfar til film er nú avgreitt. Inn komu 25 umsóknir, og landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, letur stuðul til 13 av umsóknunum. Stuðulin fevnir um hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu. Talan er um listar- og dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.
Hesi 13 fingu stuðul í seinna umfari 2018 fyri tilsamans 799.700 kr.:
- Maria Tórgarð - Living Room - 72.800 kr.
- Zacharias Hammer - Føroyska trolarasøgan - 25.000 kr.
- Sára Wang - Patienten - 10.000 kr.
- Anita Hermansen - Tummas - 38.000 kr.
- Trygvi Danielsen - 111 góðir dagar - 65.000 kr.
- Heiðrikur á Heygum - Island Fever - 90.000 kr.
- KYK Myndir v/ Jón Hammer - Oktober - 144.900 kr.
- Maria Winther Olsen - NINA - 39.000 kr.
- Jóhan Martin Christiansen - Touch me, Touch me Gently - 30.000 kr.
- Julia í Kálvalíð - Faðir mín faðir - 30.000 kr.
- Rógvi Rasmussen - Tað, ið hjarta sær, gloymist ei - 75.000 kr.
- Árni Nicolajsen - Vísindamaður við seiðakikara - 30.000 kr.
- Alda E. Magnussen - Ábyrgd - 50.000 kr.
Heiðrikur á Heygum hevur fingið størstu stuðulsupphæddina, 190 túsúnd krónur, sum skal brúkast til at menna ein musical um eina føroyska bygdagentu, ið droymir um at gerast heimskend í Hollywood. Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí pápi gentuna stýrir henni við harðari hond. Visuella úttrykkið skal verða ‘50-arasligt, meðan søgustílurin verður sokallað "magisk realisma". Heiðrikur á Heygum hevur arbeitt við magiskari realismu í eitt nú filmunum "Sigarett", "True Love" og "Aldan Reyð".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald