Ein 81 ára gamal maður í Danmark bleiv í gjár dømdur fyri at hava dripið konu sína, við at hava givið henni ov stórar mongdir av pínustillandi heilivága.
Hetta skrivar heimsíðan dr.dk í gjár.
Boð varð sent eftir donsku løgregluni í gjár, eftir at arbeiðsfólkini á ellisheiminum funnu lívleysu kvinnuna.
Í grundlógaravhoyringini kom fram, at 81 ára gamli maðurin hevði givið konu sínari ov stórar mongdir av pínustillandi heiluvága. Hann hevði givið henni metdon 8 ferð, sum er ein sera sterkur heilivági.
Tað, sum kom fram í rættinum var at 81 ára gamli maðurin ynskti at stytta um lívið hjá sínari ólekjuligu sjúku konu, og tískil gav hann henni ov nógvan heilivága.
Maðurin var ikki til staðar til grundlógaravhoyringina, tí hann sjálvur eisini hevði tikið metadon.
Eftir at løgreglan hevur kannað málið, er funnið eitt bræv í kamarinum hjá eldra parinum, har parið takkar arbeiðsfólkunum fyri góða viðgerð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald