Innanlands

818 milliónir útgoldnar í lønum í oktober

Vøksturin í útgoldnum lønum heldur fram

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2018-11-09 10:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í oktober vórðu 818 milliónir útgoldnar í løn, vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya.

Lønargjaldingarnar eru øktar síðani juli 2009, og síðani apríl 2013 hava lønirnar verið støðugt vaksandi.

Í august vórðu útgoldnar 779 milliónir í løn, meðan talið í oktober var 818 milliónir krónur.

[object Object]

Meðan 456 mió. kr. vóru goldnar í løn til mannfólk, meðan talið nú er voksið til 514 mió. kr. Sama talið var 291 mió. kr. fyri konufólk í august, meðan lønarútgjaldingarnar til hesar vóru 305 mió. kr. í oktober.

[object Object]

Býtt á høvuðsvinnugreinabólkar er tað enn í almennum og øðrum tænastum, har mest verður útgoldið í løn. Í oktober vóru útgoldnar 263 mió. kr. í hesum vinnugreinabólkinum. Hetta eru 7 mió. kr. meiri enn í privatu tænastuvinnunum, sum merkir, at munurin millum hesi er økt við 5 mió. kr. síðani august. Lønarútgjaldingarnar í fiskivinnuni og øðrum ráevnisvinnum vóru 165 mió. kr., sum er ein øking á 35 mió. kr. síðani august, meðan lønarútgjaldingarnar í byggivinnuni og aðrari tilvirkan er økt frá 111 mió. kr. í august til 134 mió. kr. í oktober.

[object Object]

Tey trý løntakaraøkini, har mest var útgoldið í lønum í oktober, vóru Suðurstreymoyar øki við 328 mió. kr., 183 mió. kr. í Eysturoyar øki, og Norðoya øki við 97 mió. kr.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder