Lønarútgjaldingarnar hava bara voksið síðani mai 2013, og í november vóru útgoldnar 822 milliónir krónur. Hetta er áleið 222 mió. kr. meiri enn í mai 2013, vísa hagtøl hjá Hagsstovu Føroya.
![]()
Av teimum 822 mió. kr. eru 515 mió. kr. útgoldnar mannfólki, meðan konufólki hevur fingið útgoldið 307 mió. kr.
![]()
Innan høvuðsvinnugreinabólkarnar er tað enn innan almennar o.a. tænastur, at mest verður útgoldið í løn. Har vórðu útgoldnar 267 mió. kr. Næst eru privatu tænastuvinnurnar, har 250 mió. kr. vórðu útgoldnar. Í fiskivinnuni o.a. ráevnisvinnu eru lønarútgjaldingarnar minkaðar eitt sindur síðani mars í ár. Har vórðu útgoldnar 169 mió. kr. í byggivinnuni veksur støðugt, har 137 mió. kr. vórðu útgoldnar í november.
![]()
Tey trý økini, har mest varð útgoldið í løn vóru í Suðurstreymoyarøkinum við 329 mió. kr. í løn, Eysturoyarøkinum við 187 mió. kr., og Norðoyarøkinum við 99 mió. kr.
![]()
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald