Innanlands

9. flokkarnir skikkaðu sær væl

Løgreglan hevur havt ein friðarliga nátt

2019-05-24 10:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

Á hvørjum ári, tá skúlagongdin hjá 9. flokkunum er liðug, plaga næmingarnir í Havn at verða úti meginpartin av náttini. Ungdómurin er vanliga í góðum lag hesa náttina og gera nógv burturúr. Okkurt árið hevur verið brent bál á Sandagerði og ofta er veitsla í skúlanum.

Viðhvørt hevur løgreglan eitt sindur at gera hesa náttina, men so var ikki í nátt. Av løgreglustøðini verður sagt, at eingir trupulleikar hava verið av 9. floksnæmingarnir og at tað næstan ikki legðist til merkis, at teir vóru úti í alla nátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder