
Grønlendska fólkatingskvinnan Aaja Chemnitz úr flokkinum Inuit Ataqatigiit (IA), stillar ikki upp til grønlendska valið 11. mars. Tað sigur hon við Ritzau eftir at hava umhugsað støðuna í nakrar dagar.
– Eg haldi, at mítt pláss í Fólkatinginum er umráðandi beint nú. Sum forkvinna í Grønlandsnevndini í Fólkatinginum haldi eg, at tað hevur týdning, at har eru roynd fólk, sum kunnu umboða Grønland á Fólkatingi í hesum sera óttryggu tíðum, sigur hon sambært Ritzau.
Aaja Chemnitz hevur sitið á Fólkatingi síðan 2015, og hon hevur enn ikki tikið støðu til, um hon fer at stilla uppaftur á næsta fólkatingsvali.
Hitt umboðið hjá Grønlandi í Fólkatinginum, Aki-Matilda Høegh-Dam, hevur boðað frá, at hon stillar upp til grønlendska tingið, Inatsisartut. Um somu tíð boðaði hon frá, at hon var farin úr flokkinum Siumut yvir í Naleraq, sum hon fer at umboða í Fólkatinginum framyvir.
Les eisini: Høegh-Dam stillar upp fyri Naleraq
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald