Góðu úrslitini hjá ferðavinnuni í Føroyum vekja ans uttanlands.
Í gjár kom ein bólkur av ferðavinnufólki úr danska býnum Aalborg til Føroya fyri at kanna nærri, hvat vit hava gjørt fyri at menna føroysku ferðavinnuna seinastu árini.
Aalborg og Norðurjútland yvirhøvur er vælumtókt ferðafólkamál hjá nógvum túsund ferðafólkum. Ikki minst strendurnar og nógvu summarhúsini, sum kunnu leigast, draga ferðafólk til landslutin. Eisini áhugaverdir býir, sum Aalborg og Skagen og meira ferðakendir býir sum Løkken, Blokhus og Slettestrand, fyri ikki at tosa um veruligar ferðafólkamegnetir sum Fårup Sommerland, Nordsøen Oceanarium, Aalborg Zoo og nógvu listasøvnini í økinum.
Eitt er tó, sum norðurjydar øvunda Føroyum. Tað er Michelin-stjørnurnar hjá Koks. Hóast nógvar góðar matstovur á altjóða støði finnast kring um í landslutinum norðast í Danmark, so er tað ongantíð eydnast at fáa eina Michelin-stjørnu til landslutin, hóast fleiri halda at onkrar av matstovunum hava tað uppiborið.
Eitt mál á túrinum í Føroyum er tí at vitja Koks frammi við Gjónna fyri at síggja, hoyra og ikki minst smakka hvat tey hava gjørt fyri at vekja altjóða uppmerksemi, og í morgin skulu tey eisini hava hava ein fund við stjóran í Gist & Vist, Johannes Jensen og hoyra hvørja ætlan hann hevur lagt fyri tann partin av ferða- og matstovuvinnuni, sum hann stendur fyri.
Stjórarnir fyri flestu av teimum stóru hotellunum íAalborg eru við á ferðini, sum VisitAalborg skipar fyri. Umframt stjóran og starvsfólk hjá VisitAalborg er talan um stjóran fyri Business Aalborg, Aalborg Storcenter, Aalborg Kongres- og Kulturcenter og stjórarnar fyri hotellini First Hotel Aalborg, Comwell Hotel Hvide Hus, Scandic, Kompas Hotel og Radisson Blu Hotel.
Mette Bonderup, stjóri á Hotel Hvide Hus í Aalborg verður avmyndað av Tonny Thorup, vinnustjóra hjá Aalborg kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald