Anja Olsen samskipar ABC fyri sálarliga heilsu vegna Klaksvíkar kommunu, og í morgun vitjaði hon á Skúlatrøð við plakatum og øðrum kunnandi tilfari um ABC fyri sálarliga heilsu. Harafturat var hon eisini við eina løtu, tá 4.a hevði heimkunnleika á fyrsta sinni. Í tímanum fingu næmingarnir frágreiðing um, hvat sálarlig heilsa er, og so greiddi Anja teimum frá boðskapinum í ABC, sum er: ver virkin, ver saman og ver hugbundin.
- At vera virkin, saman og hugbundin hevur stóran týdning fyri okkara sálarligu heilsu og trivnað, og í rættiliga stóran mun eru vit øll hesi tingini í gerandisdegnum, uttan at vit altíð geva okkum far um tað. Men tað er altso umráðandi, at vit duga at varpa ljós og seta orð á sálarliga heilsu, eins væl og kropsliga heilsu. Og ofta hava tey bæði nokkso nógv við hvørt annað at gera, greiðir samskiparin frá.
Hon leggur afturat, at kommunan alla vikuna varpar ljós á ABC, eitt nú við vitjanum á stovnum, kunnandi tilfari í miðlunum, plakatum í gulu bussunum og so eisini við “Gakk ella renn” tiltakinum, sum kommunan og Treysti skipa fyri í felag leygardagin. Júst hetta tiltakið er gott dømi um samspælið millum likamliga og sálarliga heilsu, sigur Anja Olsen við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.
- ABC leggur upp til, at vit skulu vera virkin, og tað kunnu vit sjálvandi saktans vera, hóast vit ikki íðka ítrótt ella røra okkum í so máta. Vit eru jú eisini virkin og hugbundin, tá vit til dømis tekna, binda ella fordjúpa okkum í eini bók, og tað hevur eisini jaliga ávirkan á sálarligu heilsuna. Men í hesum førinum fáa vit nógvar flugur í einum smekki, so at siga, tí vit fáa bæði høvið til at vera virkin, saman og hugbundin, samstundis við at vit fáa fríska luft og koma út og røra okkum í eina løtu, sigur Anja Olsen, sum gleðir seg til restina av ABC vikuni og eisini til tiltakið leygardagin.
Gakk ella renn verður sum nevnt samskipað við ítróttarfelagið Treysti, sum regluliga skipar fyri slíkum gongu- og rennitúrum. Byrjað verður við Býráðshúsið á Nólsoyar Pálsgøtu 32, og runnið ella gingið verður í 15 minuttir, áðrenn øll venda og ganga ella renna aftur til byrjanina. Eftir túrin verður okkurt gott at fáa í Býráðssalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald