Tvey mál eru á skránni á komandi býráðsfundi, sum bæði snúgva seg um økið við Stórutjørn í Hoyvík. Tað eina málið snýr seg um at skipa økið og hitt um at fyrireika bygging av stórhøll.
Tað er ein sannroynd, at Tórshavnar kommuna alsamt veksur í vavi, og at tað alsamt er tørvur á meiri plássi til bústaðir, frítíð, vinnuvirksemi osfr. Tí er ætlanin hjá býráðnum at fara undir arbeiðið at skipa økið við Stórutjørn í Hoyvíkshaganum.
Stóratjørn liggur norðan fyri Kringluna og vestan fyri býlingin Inni á Gøtu og liggur sostatt væl fyri millum bústaðarøkið í Hoyvík, vinnuøkið á Hjalla og nýggja innkomuvegin, sum verður gjørdur í sambandi við Eysturoyartunnilin. Í 2007 var arbeitt við einari ætlan um at skipa eina serstaka byggisamtykt fyri Stórutjørn, og økið var sett av til vinnuøki, bústaðarbygging, ítróttar- og frítíðarvirksemi og almenn fríøki. Eisini var árinskanning framd í sambandi við byggisamtyktina. Einki var tó bygt í økinum á hesum sinni, og hóast einstakir aktørar hava sýnt økinum áhuga, er onki spurt burturúr. Nú er tíðin komin, til at økið verður skipað, og tí skal býráðið taka avgerð um fígging til málið á komandi býráðsfundi.
Í sama øki hevur Tórshavnar kommuna tikið stig til at fáa til vega eina sonevnda stórhøll. Stórhøllin skal rúma alskyns ítróttagreinum á altjóða stigi og fevna um so nógvar ítróttagreinar sum gjørligt, soleiðis at føroysku ítróttarliðini bæði kunnu luttaka og hýsa kappingum á altjóða stigi. Umframt ítrótt skal høllin rúma konsertum og tiltøkum av ymsum slag, og eisini ynskir býráðið at fáa privatar íleggjarar við til at fíggjað byggingina og virksemið av høllini.
Í løtuni eru fleiri átrokandi útbyggingar í gongd, eitt nú við ellisheimum, dagstovnum og langhyli, og tí verður stórhøllin ikki tann fremsta verkætlanin hjá býráðnum. Fyrsta stigið í ætlanini er at gera eina kravfesting fyri stórhøllina, soleiðis at planleggingin fyri økið og høllina kann byrjað, og tað er hetta, ið býráðslimirnir skulu taka støðu til á fundinum.
Málini um Stórutjørn og stórhøllina koma fyri býráðið hóskvøldið 25. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald