Mentan

Ætlan fyri komandi kampus latið ráðharranum

Kampusøkið skal vera í økinum kring Venjingarskúlan og Debesartrøð oman á J. C. Svabosgøtu

2019-02-18 14:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein arbeiðsbólkur við Sigurði í Jákupsstovu, rektara á Fróðskaparsetri Føroya, hevur handað Mentamálaráðnum tilmæli og stragiska kampusætlan.

Strategiska kampusætlanin er fyrsta stigið í tilgongdini at fáa eitt atdráttarmikið og tíðarhóskandi undirvísingar- og granskingarumhvørvi, sum skal vera miðdepil fyri lesandi, undirvísarar og granskarar, umframt at umhvørvið ella kampusøkið skal vera áhugavert fyri býin og atkomuligt fyri borgararnar.

Arbeiðsbólkurin hevur í høvuðsheitum verið samskipandi, og hevur sett fakligan ráðgeva at standa fyri arbeiðinum at gera strategiska kampusætlan. Arkitektafyritøkan Henning Larsen Arkitekter vann útboð um arbeiðið og hevur staðið fyri kampusætlanini, sum ásetir, hvussu karmarnir fyri framtíðar universitets- og granskingarvirksemi kunnu skipast á kampusøkinum.

Menningarætlanin leggur upp fyri verandi og framtíðar tørvi og er grundað á virði, sum eru ásett í frágreiðing frá juni 2016, sum fyrrverandi arbeiðsbólkur gjørdi um framtíðar hølisviðurskiftini hjá Fróðskaparsetrinum.

Tilmæli frá arbeiðsbólkinum
Fyri at røkka málinum at menna eitt altjóða kappingarført universitet er neyðugt at savna Fróðskaparsetrið og skapa umstøður fyri, at aðrir granskingarstovnar kunnu staðsetast á sama øki.

Framtíðar universitets- og granskingarøkið skal liggja á tí samanhangandi økinum, sum røkkur frá Frælsinum um Nóatún og Debesartrøð oman til J.C. Svabos gøtu.

Arbeiðsbólkurin mælir til, at næsta stigið í tilgongdini at útvega eitt universitetskampus verður at detailprogrammera og gera byggiskrá.  Eftir hetta verður arkitektakapping boðin út, væntandi fyrst í 2020.

Sí tilmælið her 

Í arbeiðsbólkinum hava sitið Sigurð í Jákupsstovu, rektari, Sanna A. Dahl, vísindaligt hjálparfólk, Fróðskaparsetur Føroya, Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, Tórshavnar kommuna, Marjun Weihe Thomassen, fíggjarleiðari, Bústaðir, Ole Jensen, arkitektur, Landsverk, Barbara Gårdlykke Apol, MFS,  Martin Næs, deildarstjóri, Mentamálaráðið og Alda Joensen, fulltrúi, Mentamálaráðið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder