Taliban-stýrið í Afganistan hevur nú tikið avgerð um, at privatir felagsskapir ikki sleppa at virka í Afganistan, um teir hava kvinnur í starvi.
Fyri tveimum árum síðani varð forboð móti at seta kvinnur í starv sett í gildi við tí grundgeving, at kvinnuligi starvsfólkini ikki brúktu hijab rætt. Vildi ein felagsskapur ikki virða hetta forboðið, slapp hann ikki longur at virka í Afganistan.
Síðan Taliban-stýrið aftur fekk valdið í Afganistan í 2021, hevur Taliban-stýrið skert rættindi hjá kvinnum, og hava tær, við fáum undantøkum, ikki longur loyvi at arbeiða.
M.a. hava kvinnur ikki longur atgongd til miðnámsskúlar og flestu hægri lærustovnar. Fram til fyrst í desember høvdu kvinnur framvegis atgongd til sjúkrarøktarfrøði- og ljósmøðraútbúgvingarnar, men fyrst í hesum mánaðinum fingu sjúkrarøktarfrøði- og ljósmøðraskúlar boð um at niðurleggja undirvísingina.
Tað er ógreitt, hvussu ætlanin er at reka sjúkrahús, um kvinnur í framtíðini ikki sleppa at útbúgva seg innan hesi øki.
Kvinnur sleppa eitt nú heldur ikki at vísa andlitið í almenna rúminum ella at hyggja at monnum, sum tær ikki eru í familju við. ST hevur lýst støðuna sum "kynsapartheid".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald