Uttanlands

Afghanistan: Sleppa ikki at raka skeggið

Hárfríðkarar í Afghanistan hava fingið boð frá Taliban um, at teir verða revsaðir, um teir klippa ella trimma skeggið hjá kundunum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-09-27 14:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hárfríðkarar í Afghanistan kunnu nú enda í trupulleikum, um teir trimma ella klippa skeggið hjá kundum. Orsøkin er, at tað er brot á tulkingini hjá Taliban-rørsluni av islamisku lógini.

Taliban hevur longu givið hárfríðkarum forboð ímóti at klippa ella at trimma skeggið hjá kundum í Helmand-landslutinum, og hesu somu boðini hava fleiri hárfríðkarar í høvuðsstaðnum Kabul eisini fingið.

Teir, sum gera ímóti forboðnum verða revsaðir, og eingin hevur rætt til at klaga, sigur Taliban.

– Hernaðarfólk koma og geva okkum boð um at gevast við at trimma skegg. Ein teirra segði við meg, at teir kunnu senda eftirlitsfólk inn fyri at avdúka, hvat vit gera, sigur ein hárskeri í Kabul við BBC.

Ein úr størstu hárfríðkanarstovunum í Kabul sigur eisini, at hann er vorðin uppringdur av einum persóni, sum segði seg arbeiða hjá stjórnini, sum bað hann um at "gevast við at herma eftir amerikanska stílinum" og hvørki trimma ella klippa skeggið hjá kundunum.

Tá Taliban-rørslan kom til valdið aftur í august varð lovað, at nýggja stjórnin ikki fór at vera eins strang sum seinast Taliban hevði valdið í 90unum. Tá varð ikki loyvt at seta hárið við íblástur úr vesturheiminum, og fleiri menn fingu eisini boð um at lata skeggið vaksa. Men eftir Taliban-stýrið varð koyrt frá í 2001, er tað vorðið meira vælumtókt at vera slættrakaður, skrivar Ritzau.

Men Taliban hevur longu givið mótstøðufólkum harða revsing. Leygardagin vórðu fýra lík hongd upp úr kranum í býnum Herat til almenningin at síggja. Hetta verður sæð sum eitt tekin um, at Taliban fer at seta fleiri av gomlu tiltøkunum í verk aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder