2018-07-02 08:29
Løgreglan hevur gjørt fleiri ferðslukanningar seinastu dagarnar, og sigast má, at tørvur allarhelst er av tí.
Fleiri eru, sum hava fingið bót fyri at koyra ov skjótt, og eisini eru fleiri, sum hava fingið klipp í koyrikortið.
Løgreglan gjørdi ferðakanningar í Norðskálatunlinum klokkan 03:00 í nátt, og aftur tá var galið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini. Ein bilførari koyrdi 108 km/t og tað merkir, at viðkomandi fær klipp í koyrikortið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald